Eftir heimasigurin á HB í gjár liggur fyrsta FM heitið nakrantíð til høgra beinið hjá NSÍ. Tað eru tveir sunnudagsdystir og ein leygardagsdystur eftir, áðrenn lok verður lagt á 2007 kappingarárið. Sum tað sær út í løtuni skal nógv venda niður, sum nú vendir upp, um NSÍ ikki 27. oktober fyri fyrstu ferð fer at fáa handað FM steypið og gullkrónurnar.
NSÍ skráin er GÍ á útivølli komandi sunnudag, eftir landsliðsvikuskiftið fer VB/Sumba at vitja við Løkin sunnudagin 21. oktober, og leygardagin 27. oktober skal NSÍ til Klaksvíkar.
Í fjør spílaði KÍ seg eyka út í síðsta umfari, tá ið teir í EB/Streymi á heimavølli høvdu gummibein. Harvið varð FM heitið flutt í Gundadal, har HB gjørdi sítt ímóti ÍF. Tað kann væl vera, at klaksvíkingar aftur hesa ferð ætla sær at enda kappingarárið við manér, men so skulu heilt aðrir bollar á verjusuppuna, enn tað hava verið seinastu ferðirnar. KÍ hevur tapt tríggjar ferðir á rað, og tilsaman eru tólv mál farin ígjøgnum!
Full úrtøka á heimavølli ímóti HB var stórt fet á FM leiðini hjá NSÍ. GÍ hevur vunnið tríggjar av fýra teimum seinastu ferðunum, og tað kann gott vera, at tað verður spennandi, tá ið NSÍ sunnudagin fer inn um Gøtueið. Men NSÍ fysikkurin eigur at vera nóg góður at standa ímóti gøtumonnum, og breiddin á oddaliðnum eigur at vera nóg stór til fulla úrtøku. Ikki minst tá ið støðan er, sum hon nú eina ferð er tað. VB/Sumba á heimavølli verður avgreiðsluuppgáva hjá NSÍ.
Meðan tey í Runavík fegnast um góðu FM vánirnar, og spælararnir í NSÍ siga seg bara hava fokus á næstu avbjóðingini, verður tað kring landið arbeitt nógv í kulissunum við at fyrireika næsta kappingarár.
Jóhan Nielsen fer at halda fram sum venjari í NSÍ. Annars sigst talan fara at verða um fleiri skiftingar í venjarasessunum. Petur Mohr verður ikki venjari í Gøtu, og í fleiri av hinum feløgunum skulu nýggir venjarar finnast.
Telvingin um spælararnar sigst eisini at vera stór og intens. Hvønn vegin lyklaspælararnir fara, sum kunnu vera við til at gera av, hvør skal verða við í FM kappingini næsta ár, valdast ikki minst hvør fer at megna størstu fíggjarligu orkuna.
Úrslitini í seinastu umførunum hava eisini týdning fyri, hvussu áhugaverd feløgini eru at skriva sáttmálar við. Tað er sjálvandi áhugaverdari at tosa við feløg, sum seinastu vikurnar í hesum kappingarárinum eru á aldukambinum, enn tað er at tosa við feløg, sum eru í aldudalinum.
Næsta ár fer Eysturoy aftur at eiga nógv størstu umboðanina í Formuladeildini. EB/Streymur, Skála, NSÍ og GÍ fáa B68 og ÍF afturat sær. Tað herðir kappingina um spælararnar í hesum økinum.
Í vikuskiftinum varð tað greitt, at umframt B68 verður ÍF í 2008 partur av bestu deildini. Úrslitini hesa ferð bera við sær, at B71 fer at halda fram í fremstu røð, og at fyrsti AB steðgurin í bestu deildini bara varð eitt ár.