Næsta ár skal ein føroysk veðurstova setast á stovn. Tað hevur samgongan sett sær fyri og tískil eru pengar settir av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tað var annars longu í 2009, at vit yvirtóku málsøkið frá donskum myndugleikum, men øll hesi árini hava skiftandi samgongur ongantíð sett nakra veðurstovu á stovn.
Sum er, keypa vit veðurtíðindini frá danska veðurstovninum, DMI, men í eini kanning um eina føroyska sendistovu, varð staðfest, at tað hevði verið ein fyrimunur at vit høvdu okkara egna veðurstovn, tí veðrið í Føroyum er so skiftandi og ymiskt, alt eftir umstøðunum, at ein føroyskur veðurstovnur hevði kunnað útvega okkum nógv neyvari veðurforsøgnir.
Ein føroyskur veðurstovnur hevði eisini kunna farið undir gransking og skráseting við tí endamálið at fáa eina betri fatan av veðurlagnum í Føroyum, so at vit fingu upp aftur neyvari veðurtíðindi.
Niðurstøðan er, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri sjóvinnuna, flogferðsluna, tilbúgvingina, og føroyska samfelagið sum heild. Og nú vil samgongan hava Løgtingið at samtykkja, at 3,2 milliónir verða settar á fíggjarlógina næsta ár til ein føroyskan veðurstovn.