Dar es Salaam: - Tey hava snøgt sagt einki her, staðfestir Sigurd Lamhauge.
Í vetur fekk hann ein heilt serliga uppgávu. Henda miðaði eftir at fáa útbúnað av alskyns slagi til ein skúla, sum liggur fáar kilometrar frá tanzaniska høvuðsstaðnum, Dar es Salaam.
Seinastu 14 dagarnar hevur hann verið á skúlanum, fyri at tryggja sær, at øll útgerðin kom á rætta pláss, varð uppsett og at lærararnir duga at brúka útgerðina, sum er fingin til vega.
Hann er nú komin so langt við uppgávu sínari, at seinasta hondin verður løgd á verkætlanina fyrrapartin og seinnapartin í dag.
Í morgin fer hann avstað og kemur til Føroyar sunnudagin, og fer til arbeiðis mánadagin.
- Henda vitjanin í Tanzania hevur víst mær, hvussu nógv ið lítið hevur at siga, og hvussu stórt gagn, ið sjálvt tann minsta hjálpin kann gera.
- Ja, tey eru ovurfegin fyri sjálvt ta minstu gávuna, men hvussu er tað við okkum? Eru vit nøgd við tað sum vit hava her í okkara landi?, spyr havnamaðurin, sum Rás2 tosaði við í morgun.
Tað var ein lítil kristin samkoma í hesum muslimskt merkta landinum, sum í síni tíð byrjaði skúlan. Í fjør vendi felagsskapurin, ið rekur skúlan sær til Uttanríkisráðið um at fáa borð, stólar og annan útbúnað til skúlan.
- Tú kanst ikki ímynda tær, hvussu glaðir teir 70 næmingarnir vóru, tá borðini og stólarnir vórðu sett upp í flokshølunum. Slíkt má ein bara uppliva.
Minka fátækradømið
Verkætlanin, sum nú er um at verða liðug, er partur av tí arbeiðinum, sum føroyska Uttanríkisráðið ger í menningarsamstarvi sínum.
Henda ítøkiliga verkætlanin byrjaði í fjør, tá felagsskapurin MYODA í Tanzania vendi sær til Uttanríkisráðið við fyrispurninginum um hjálp.
Felagsskapurin “Mkuza Youth Development Association” - stytt: MYODA - hevur til endamál at minka um fátækradømið millum tey ungu í Tanzania. Felagsskapurin, ið er ein ikki-stjórnarfelagsskapur, gevur eisini ráðgeving, veiti hjálp til íverksetan, útbúgving um hiv/aids og innan vinnulívið.
Henda umsóknin frá MYODA, sum byrjaði við skúlanum í 2004, varð viðgjørd við vælvild í Uttanríkisráðnum, og næsta stigið varð at lýsa eftir einum samskipara at standa fyri verkætlanini. Sigurd Lamhauge søkti og varð síðani settur at loysa hesa uppgávuna.
Sjálvur hevur hann áhuga í viðurskiftunum í øðrum londum, m.a. í triðja heiminum, og hevur hann eisini havt við Suðuramerika at gera í síni tíð.
Í hesum førinum var uppgávan stutt, ítøkilig og greið: At fáa til vega borð, stólar og aðra útgerð til henda skúlan, sum liggur í einum forstaði til høvuðsstaðin.
70 næmingar
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Uttanríkisráðið hevur viðurskifti við henda skúlan í Tanzania.
Bæði í 2007 og í 2008 játtaði Uttanríkisráðið pening til skúlan, sum longu tá hevði 70 næmingar, harav níggju teirra vóru foreldraleys.
Hóast skúlin als ikki hevði ta neyðugu útgerðina, varð tørvurin so stórur, at undirvíst mátti verða, hóast næmingarnir sótu á gólvinum í tímunum.
Lærararnir royndu sum frægast at undirvísa, men teimum vantaði kortini ymisk útgerð, m.a. skúlatalvur, sum eru standard í okkara skúlum.
Nú skúlin varð farin til verka, varð neyðugt við næsta leikinum - at fáa útgerð til næmingar og lærarar til vega. Teir vistu um góðviljan úr Føroyum, og sendu so enn eina umsókn til Uttanríkisráðið um skúlaútbúnað.
Rættir lærarar
Á fundi í nevndini fyri menningarsamstarv undir Uttanríkisráðnum varð umsóknin viðgjørd við vælvild. Og samtykt varð eisini at fáa ein samskipara at taka sær av innsavning, sending og uppseting.
Beinanvegin sum Sigurd var settur sum samskipari, fór hann til verka.
Samband varð fingið við Dugna og sølustað teirra, nevnt Tinghúsið á Hjalla, haðani øll útgerðin er keypt.
Okkurt av hesi kravdi smærri ábøtur, og hetta tóku timburnæmingar á Tekniska Skúla í Havn sær av. Onnur útgerð til skúlan varð eisini fingin til vega, til dømis kopimaskina og uppvørpur. Og skúlatalvan hoyrir sjálvandi við til útgerðina.
- Tað var stuttligt at síggja lærararnar, tá teir fyrstu ferð kundu seta seg aftanfyri ein veruligan lærarapult. Tað var týðiligt at merkja, at teir nú føldu seg sum rættar lærarar, greiðir Sigurd frá.
Burtur úr fátækradøminum
Hvønn týdning ein so lítil verkætlan sum henda kann fáa fyri lokala økið, er ilt at meta um.
Við avmarkaða fíggjarliga grundarlagi sínum hevur skúlin bert virkað á einum minsta støði. Undirvíst verður í støddfrøði, swahili-máli, ítrótti, enskum, almennari vitan og í evning hvønn fyrrapart.
Tað sjáldsama er, at tað er eitt krav, at børnini hava gingið í barnagarði fyri at koma í barnaskúla. Orsøkin til hetta er, at tey mugu duga at lesa áðrenn.
Nevnast kann eisini, at menningarvirðið við ætlanini er stórt. Bert við sløkum 42.000 kronum kann ein reka henda skúlan við teimum 70 næmingunum.
Sigurd Lamhauge hevur tó gjørt sær sínar hugsanir um, hvat tað vil siga fyri eitt øki at hava, ikki bert ein skúla, men ein skúla sum hevur góð amboð og góða útgerð til undirvísingina.
- Tað er heilt víst, at nú børnini rættiliga eru sloppin í skúla, fer hetta at geva teimum ein møguleika at koma út úr fátækradøminum, sigur hann.
Menningarsamstarv í dag
Høvuðsendamálið við lógini um altjóða menningarsamstarv er at virka fyri at minka um búskaparliga ójavnan í heiminum við burðardyggum menningarsamstarvi.
Umframt høvuðsendamálið hevur landsstýrið sett sær sum mál at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum sum heild.
Fyri at røkka hesum endamáli er avgjørt, at fyrstu árini verður menningarsamstarv útint eftir hesi raðfesting:
Menningarhjálp skal bert latast londum, sum OECD skilmarkar sum menningarlond.
Orka skal leggjast í at byggja upp samstarv við altjóða viðurkendar hjálparfelagsskapir – stjórnarligar sum sjálvbodnar – fyri síðan at vera saman við hesum felagsskapum um menningarverkætlanir
Har til ber, skal menningarsamstarvið skapa møguleikar fyri virknari, føroyskari luttøku
ST mælir ídnaðarlondum til at gjalda 0.7% av bruttotjóðarinntøku síni til altjóða menningarsamstarv. Í royndum lata hesi lond bert 0.47% í miðal. ST hevur síðani samtykt, at í 2015 skulu ríku londini halda síni lyfti, og ávegis er sett sum mál, at í 2009 eiga londini at lata 0,5% av bruttotjóðarinntøku síni til hetta arbeiði.
Henda samtyktin hjá ST er einans galdandi fyri sjálvstøðug lond og fevnir tískil ikki um Føroyar. Hóast altjóða samfelagið einki væntar sær av okkum, tykist politisk semja vera um, at Føroyar eiga at seta sær sum mál at lata munandi meiri av bruttotjóðarinntøkuni til arbeiðið.
Sum nú er, lata vit 3.5 mió. kr. til menningarsamstarv, sum í 2007 vóru um 0.03% av bruttotjóðarinntøku. Tað fara við vissu at ganga nógv ár, áðrenn vit náa málinum um 0.7% av BTI, sum í dagsins tølum vildi verið 80.5 mió. kr., tó eigur tað ikki at forða okkum at seta sum mál, at økja árligu upphæddina við til dømis 0.02%.
At umsita lóg um altjóða menningarsamstarv, er kunngerð sett í gildi, sum lýsir neyvari treytir og reglur fyri, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðulin verður játtaður.
At fremja lógina í verki, er ráðgevandi nevnd sett, sum arbeiðir eftir ásettari fyriskipan.
(Kelda: mfa.fo)