Næsta málið er næsta málið

Andreas Lava Olsen, sum leygarkvøldið pyntaði um føroyska úrslitið ímóti Eysturríki, tá hann skoraði fyri Føroyar seint í dystinum, ætlar ikki, at long tíð skal ganga, til hann aftur ger mál fyri Føroyar

FÓTBÓLTUR

 

Stendur tað til Andreas Lava Olsen, kemur hann longu aftur í dag á máltalvuna aftur, tá Føroyar á Svangaskarði spæla ímóti Litava.

– Tað er gott at koma væl í gongd á landsliðnum, og so er at vóna, at tað ikki steðgar her. Eg má heldur royna at fáa eitt mál aftur sum skjótast. Tá eg nú havi fingið mítt fyrsta mál, er málið hjá mær at fara eftir tí næsta, sigur Andreas, sum síðani leygarkvøldið hevur fingið nógvar jaligar viðmerkingar frá teimum, hann hevur møtt.

– Jú, eg havi fingið nógvar góðar viðmerkingar, og tað eru jú heldur ikki so ofta, at vit fáa mál á landsliðnum. Nú havi eg sæð málið umaftur, og eg má siga, at eg ikki helt, at tað var so spískt, sum tað vísti seg at vera, tá eg skjeyt. Hatta var eitt nokk so gott mál.

Leygarkvøldið í Graz spældi Andreas sín bert fjórða landsdyst, so tí má sigast, at framherjin hjá Víkingi hevur fingið eina dreymabyrjan á landsliðnum, nú hann longu hevur fingið fyrsta málið eisini.

 

Mugu vísa meira

– Fyrr hoyrdi eg ofta, at um eg hevði farið til eitt betri felag, skuldi eg nokk fingið kjansin á landsliðnum, men nú eri eg í einum góðum felag og eri komin inn í landsliðshitan, so eg eri sjálvandi væl nøgdur, sigur 21 ára gamli leirvíkingurin, sum trívist væl í landsliðshópinum.

– Eingin munur er á okkum, og tað er eisini tað góða við Føroyum. Vit eru øll nokk so líka, so tí er eingin munur á, um tú hevur spælt 50 landsdystir ella bara nakrar heilt fáar.

Nú Litava er á skránni, heldur Andreas Lava Olsen tað hava nógv at siga, at liðið lyftir seg hægri, enn tað gjørdi ímóti Eysturríki.

– Eg haldi ikki, at vit hava so nógv at byggja víðari á frá tí dystinum, og sjálvt ikki seinni hálvleikur var so øgiliga góður. Men sum vit hava sæð í dystunum ímóti bæði Serbia og Fraklandi, eiga vit at megna meira, enn vit vístu ímóti Eysturríki, sigur Andreas, sum vónar at nógv fólk møtir upp á Svangaskarði í dag:

– Sjálvt um vit ikki levaraðu vøruna leygarkvøldið, vóni eg, at vit fáa góða uppbakking frá áskoðarunum.