Næsta málið er HB

Poul Ennigarð var liðformaður hjá GÍ, nú Sámal Joensen sat uttan fyri við skaða. Hann heldur, at talan var um ein óruddiligan dyst. – Serliga seinni hálvleikur var óruddiligur, meðan fyrri var meiri opin. Í seinna hálvleiki var B71 eisini omaná, men vit arbeiddu okkum til trý stig, sigur Poul Ennigarð. Hann fýlist á, at gøtumenn ikki eru nóg vandamiklir. – Vit eru ófarligir, og málini vit fáa eru eftir deyðbóltar. Men ein sigur kennist øgiliga væl, og vit nærkast HB nú. Tað er bara eitt stig upp til teir, og tað er næsta málið at fáa teir aftur, sigur Poul Ennigarð.