Næsta málið er fast pláss

Jann Ingi Petersen hevur tikið lut í øllum landsdystunum í ár, og nú setir hann sær mál at vinna sær fastan sess á miðvøllinum

Leikaraprát
 
Skal tosast um eitt veruligt gjøgnumbrot á landsliðnum í ár, so er tað uttan iva Jann Ingi Petersen úr B68, sum fer avstað við hesum heitinum. Eitt gjøgnumbrot, sum nú eisini hevur slóðað fyri, at leikarin komandi ár verður partur av hópinum hjá danska Fremad Amager.
Men hóast hetta, og hóast hann ofta hevur verið partur av teimum fyrstu ellivu, so hevur hann enn ikki vunnið sær nakað fast pláss á liðnum. Heldur hevur tað verið so, at hann er fyrsti maðurin, sum verður settur inn, tá hol skulu fyllast.
- Tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt, at man verður koyrdur runt ymsa staðni á vøllinum, uttan at hava nakað veruligt fast pláss at seta seg á. Men higartil havi eg bara verið fegin um, at eg eri sloppin upp í part.

Tað tykist eisini, sum ert tú ein leikari, sum helst skal hava bóltin ofta, fyri at spæla heilt væl. Trívist tú ikki betur á miðvøllinum.
- Jú, tað geri eg heilt sikkurt. Tá hevur tú betri møguleika at spæla frameftir vøllinnum. Venda tær og vera við til at seta dám á spælið, so tað er í øllum førum næsta málið. Men hinvegin spæli eg sjálvandi har, sum venjarin metir meg gera størstu nyttuna.

Og at næsta málið hjá unga toftamanninum er at vinna sær fast pláss, er einki at ivast í. Eitt mál, sum hann fyrst og fremst ætlar at røkka við hørðum arbeiði.

- Tað er bara at koyra á. Tað hevur koyrt  væl í seinastuni, so um eg haldi fram á sama hátt, so skal tað nokk koma fyrr ella seinni. Tað eri eg sannførdur um, sigur altso Jan Ingi Petersen at enda.

Og at málið verður rokkið, man lítil ivi vera um, kann leggjast afturat. Sjáldan hevur ein nýggjur leikari so skjótt vunnið seg fram i hópinum, sum Jann Ingi gjørdi tað í ár. Og ein framtíð í donskum fótbólti við fleiri dystum og longri kappingarári er uttan iva nakað, sum kann skumpa enn meira undir menning hansara.