Næsta kappingin verður í Føroyum

Í dag hevur Helgi Dam Ziska góðan møguleika at vinna talvkappingina millum europeiskar smátjóðir

Klokkan tíggju verða fyrstu leikirnir fluttir í síðsta umfari í talvkappingini millum smátjóðir, sum er í Luksemborg. Helgi Dam Ziska er hálvt stig undan tveimum teimum næstu.

Um tað eydnast Helga at vinna, ella um tað endar remis hjá honum, so verður tað Helgi Dam Ziska, sum fer at halda fram í kappingini um rættin at bjóða heimsmeistaranum norska Magnusi Carlsen av. World Cup verður í september næsta ár í Tbilisi í Georgia.

 

Tað er avgjørt, at næsta europeiska smálanda kappingin verður í Føroyum um tvey ár. Tað sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, sum eisini er aðalskrivari í ESNA (European Small Nations Association).

-Vit høvdu møguleikan at skipa fyri kappingini longu í ár, men tá ið teir í Luksemborg so ógvuliga fegnir vildu vera vertir hesaferð, so útsettu vit okkara vertsskap í tvey ár, sigur Finnbjørn Vang úr Luksemborg.

 

Tað eru tíggju limir í hesum felagnum. Hvørt limalandið er í kappingini umboðað við einum telvara. Vertstjóðin hevur ein luttakara aftrat, og so er eitt wildcard, sum tað verður rópt.