Næsta innleiðandi umfar av tónleikakappingini Fm´08 verður leygarkvøldið kl. 20 á Reinsarínum í Tórsgøtu. Hesir eru bólkarnir, sum luttaka: Serenity, Aranea, Moustache, Fatigue, Reverb, Jónsvein og Collapse.
Atgongumerki á 100 kr fáast í Tutl handlinum, Margarinfabrikkini og við dyrnar. Finalan verður leygarkvøldið 6. desember.