Fótbóltur
Hóast EB/Streymur varð mett sum hampuliga greiður favorittur undan seinnu hálvfinaluni móti B71, so løgdu sandoyingar ikki tað stóra í hetta.
Frá fyrsta bríksli royndu gestirnir at fáa gongd á sítt spæl, og fyri tað nógva gekk hetta eisini eftir vild fyrstu løtuna. Heimaliðið tóktist í ov stóran mun tilvitað um, at »bara« teir hildu málið reint, vóru teir í finaluni, og tí var avmarkað, hvussu nógv teir tordu at trýsta.
Ynskið gjørdist marran
Í eini óimponeraðari 4-4-2 uppstilling royndu sandoyingar tíðum at spæla seg fram yvir kantarnar, og meira enn tí einu ferðina eydnaðist eisini at koma fram til støður, sum álvarsligur vandi kundi staðist av.
Og eftir 20 minuttum komu sandoyingarnir í ynskistøðuna. Í fyrstu atløgu blokkaði Marni Djurhuus skotroynd í evstu løtu, men tá hornasparkið varð sent innfyri, beyð ikki bøtur. Fabio Vieira var hægstur á bóltinum, og so stóð 0-1.
Men heldur enn at spæla, sum var talan nú um ynskistøðu, fullu gestirnir mest sum púrasta í fátt. 70 minuttir er dekan ov long tíð til at verja tepra leiðslu á útivølli, men restina av hálvleikinum lótu gestirnir alt initiativ frá sær.
Og so settist EB/Streymur av álvara á dystin. Teir javnaðu, tá Arnbjørn T. Hansen sera hegnisliga stútaði frísparksbólt frá Marna Djurhuus í kassan, og tað vildi ikki verið nakað sum helst forgjørt, um talan varð um trivaliga heimaleiðslu undan steðginum. Serliga var Hanus Eliasen nær við tvær ferðir, men báðu ferðirnar stóð Símun Rógvi Hansen á rætta stað í sandoyarmálinum.
Sentimetrar á muni
Eftir steðgin dovnaði ferðin heilt nógv. B71 var framvegis varið í útgangsstøðinum, men teir lógu nú ikki heilt so langt afturi á vøllinum, og tí megnaðu teir av og á at skapa kontra-støður, um enn tað var nakað langt millum hesar.
Heimaliðið fekk nú sjáldan sítt spæl at hanga saman. Fyri tað nógva varð spælt við longum bóltum, sum vóru truplir at arbeiða við hjá framherjunum, og rótuta spælið gav mest av øllum ábendingar um, at tvær ferðir 15 minuttir skuldu leggjast afturat.
Og so varð støðan ístaðin hin vælkenda, har marginalarnir vóru á muni millum liðini. Marginalar, sum aftur fullu til liðið, ið vanliga ger um seg í oddinum.
Avgerðin fall, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. B71-málverjin var ikki heilt ósekur, tá hann misti frísparksroynd út til Arnbjørn Hansen . Lobbi frá honum datt á tvørtræið, og so skuldi Hanus Eliasen bara seta fótin á, tá hann var fyrstur á returinum.
Størsta møguleikan at skjóta seg í finaluna, fekk B71 í yvirtíðini, tá Símin Hansen vann fríspark beint uttan brotsteigarmarkið. Men sentimetrarnir vóru ikki í parti við Clayton, tá harða og skrúvandi skotið kíndu skeivu síðuna á stólpanum.
Stórir kontrastir
Og so var fagnaðurin á sundalagsliðnum sjálvandi stórur. Jublandi áskoðararnir komu inn á vøllin at siga tillukku við næsta finalusessinum í søgu felagsin – og tí næsta á rað.
Sandoyingarnir vóru hinvegin knústir. Hvør sum ein sótu ella lógu teir á vøllinum í iðranini um tað, sum kundi verið. At sentimetrarnir koppaðu skeiva vegin, var hart at skula góðtaka, men soleiðis kann fótbóltur nú eisini vera.