Klokkan 15 í dag verður næsta FM-finalan í kvinnuhondbólti spæld.
Neistin vann stórsigur í fyrstu finaluni, sum varð spæld á Hálsi í Havn týskvøldið, og tí hava tær nú møguleikan at vinna FM-heitið.
Stjørnan skal vinna, um tær skulu hava møguleika fyri einum triða finaludysti.