Næsta ellisheimið verður bygt í Havn

- Eingin løgtingssamtykt liggur aftanfyri tilmælið, men út frá tørvsmetingini vit hava, fari eg at mæla løgtinginum til í langtíðaríløguætlanini at leggja upp fyri at byggja eitt ellisheim í Norðstreymoy nú og tað næsta í Suðurstreymoy, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

Ymiskt er, hvussu stórur tørvurin er á ellis- og røktarheimsplássum kring landið, og tað er somuleiðis ymiskt, hvussu væl fyri ymsu økini eru fyri at bjóða teimum eldru eitt búpláss á eldri árum. Í sambandi við, at eldraár sum øllum kunnugt er í ár, er komið fram, at Sandoyggin hevur í lutfalli til íbúgvaratalið størsta talið á eldri fólki og samstundis lægsta bíðilistan, meðan Suðurstreymoy hevur í mun til íbúgvaratalið lægsta talið á gomlum fólki, men longstu bíðilistarnar.

Mett verður, at eini 600 fólk bíða eftir at sleppa inn á ellis- og røktarheim umframt sambýli kring alt landið. Nøkur ganga ivaleyst aftur á fleiri listum, men tey flestu standa á bíðilista í økinum, har tey búgva.

Ein uppgerð, sum Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni á Skála og nú limur í Fyrireikingarnevndini fyri Eldraárið í Føroyum, vísir, hvussu nógv eldrabúpláss eru fyri hvørt øki sær, og hvussu stórur tørvurin er á hesum plássum. Við árslok seinasta ár búðu 44.667 fólk í Føroyum, harav vóru 6150 fólk yvir 65 ár. Í alt eru 327 búpláss á ellis- og røktarheimum umframt sambýlum og á øllum bíðilistunum standa 644 fólk. Talan er sostatt um 971, ið hava og bíða eftir búplássi. Tað svarar til gott 2 % av fólkatalinum.


Verri útlit í Havn

Støðan í Havn vísir, at gomul fólk hava verri útlit fyri at finna eitt nøktandi búpláss á eldri árum enn fólk aðra staðni í landinum, hóast har eru lutfalsliga fleiri yngri fólk at taka sær av teimum. Tískil er ikki so løgið, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, hevur borið uppá mál, at næsta ellisheimið eftir tað í Norðstreymoy, verður bygt í Havn.

- Í langtíðaríløguætlanini havi eg mælt til, at tað næsta verður bygt í Havn. Og tá tosa vit um ein tíðarkarm uppá tvey ár. Eingin løgtingssamtykt liggur aftanfyri tilmælið, men út frá tørvsmetingini vit hava, fari eg at mæla løgtinginum til í langtíðaríløguætlanini at leggja upp fyri at byggja eitt í Norðstreymoy nú og tað næsta í Suðurstreymoy, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.

Ein stór óvissa er inni í myndini. Enn er eingin útmelding komin, sum sigur, hvussu býtið skal vera millum land og kommunu, tá ið tað snýr seg um fígging av bygging og rakstri av ellis- og røktarheimum. Ein arbeiðsbólkur verður settur í hesum døgum, sum skal geva landsstýriskvinnuni eitt tilmæli um, hvussu býtið verður, og á ólavsøku næsta ár skal tilmælið verða liðugt.


Leingi at bíða

Vit tosa sostatt um nøkur ár, til gomul fólk í Norðstreymoy og Suðurstreymoy kunnu gera sær vónir um at kunna flyta á ellisheim.

- Tað er tíverri long tíð at bíða. Kommunuálitið leggur upp til, at kommunurnar átaka sær størri fíggjarliga ábyrgd hesum viðvíkjandi, og koma vit hesa somu niðurstøðu, er møguleiki fyri, at havnarfólk fáa eitt ellisheim fyrr, um kommunan fíggjarliga er før fyri tí, sigur Helena Dam á Neystabø.

Í Norðstreymoy situr ein bygginevnd og fyrireikar bygging av ellis- og røktarheimi í økinum. Byrjað verður at byggja í komandi ári, men enn vita hvørki kommunurnar í Norðstreymoy ella landsstýriskvinnan í almannamálum, hvussu nógv ávikavist kommunur og land skulu rinda.

Sandoyar sýsla hevur sum sagt størsta prosenttalið av teimum, ið eru yvir 65 ár. Ikki minni enn 18,1% av fólkatalinum í oynni er yvir 65 ár. Á bíðilista standa 1,9% av teimum, ið eru yvir 65 ár. Í Suðurstreymoy er støðan tann øvuta. Har eru bert 10,7% yvir 65 ár, men 18,7% av teimum, ið eru yvir 65 ár, bíða eftir búplássi.