J.K. Rowling (á myndini) er nú liðug við ta sættu bókina um Harry Potter. Bókin eitur "Harry Potter and the Half Blood Prince", og sjálv heldur høvundurin, at hon er tann besta. Hon leggur afturat, at í hennara eygum er tað ikki so umráðandi, hvat onnur halda um tað, sum hon skrivar.
? Tað týdningarmesta er, at eg eri nøgd við tað, sum eg skrivi, tí tað er fyritreytin fyri, at onnur kunnu vera nøgd, sigur tann væl umtókti høvundurin við blaðið The Sun.
Tann sætta bókin um Harry Potter kemur út á enskum tann 16. juli, men væntandi mugu teir trúgvu lesararnir bíða eitt sindur longri eftir teirri sjeyndu. Á nýggjárinum gjørdist J.K. Rowling mamma fyri triðju ferð, og nú ætlar hon sær at brúka meiri tíð til mannin og børnini, sigur hon.