Næst vakrast í Evropa

Føroyar hava vunnið 2. pláss í týskari frímerkjakapping um vakrasta frímerki í Evropa.

 

Týska blaðið Deutsche Briefmarken Revue skipar á hvørjum ári fyri einari atkvøðugreiðslu millum frímerkjasavnarar um vakrasta frímerki í Europa.

 

Hesa ferð varð atkvøtt um tey frímerki, sum vóru givin út í 2015.

 

Úrslitið var kunngjørt á frímerkjaframsýningini í Essen um vikuskiftið og vunnu Føroyar 2.pláss við smáarkinum “Sólarmyrking”, teknað av Martin Mörck.

 

Nr. 1 gjørdist Týskland og nr. 3 gjørdist Lichtenstein.