Nú sprettir á fold og spírar

Nógv vatn er runni í ánna síðan hitt víðagitna 8 mars haldið hjá Kvinnu og Demokratia tann 8 mars í fjør. Vit hava haft eitt løgtingsval har kvinnuumboðanin fór úr 9,4% og upp í 24% og vit hava fingið eitt landstýri har kvinnuumboðanin er farðin úr 0 % upp í 37,5%.

Hetta var nakað ið ein bert tordi at droyma um. Ikki tí, 8 mars haldið er eitt tiltak ið eg ongantíð gloymi. At koma niðan á Hotel Føroyar og síggja parkeringstrupuleikarnar, tí so nógv fólk vóru møtt, var eitt serstakt upplivilsi. At ganga runt inni á tiltakinum og tosað við kvinnur í øllum aldrum og úr øllum landinum var eisini ein heilt serstøk kensla, tú merkti ein vilja allastaðni um at nú er nokk við undirumboðandi av kvinnum allastaðni har avgerðir vera tiknar í føroyska samfelagnum, nú skal tað vera at broyting kemur í, luftin kendist metta av hesum felags vilja til broytingar. Hesin vilji kom eftir mínum tykki til sjóndar við løgtingsvalið í 2008.

 

Nú eru vit komnar hertil og hvat so. Nú mugu vit kvinnur, ið hava fingið hesar álitispostar, vísa okkum verdugar til hetta álit. Vit mugu vera við til at seta dagskránna og fáa eisini okkara hjartamál á skrá. Í samgonguskjalinum, hjá sitandi samgongu, eru fleiri kvinnu- og familjupolitisk mál á skrá. Eg skal her bert taka nøkur fá dømi fram.

 

Samgongan fer at longja barnsburðarfarloyvi upp í eitt ár í hesum samgonguskeiðinum. Vit byrja nú við 4 vikum og við tí stóra frambroti, at vit nú fáa eina pápakvotu í skipanina. Hetta er eitt stórt framstig, ikki bara fyri páparnar, men so sanniliga eisini fyri barni og familjuna alla.

At tímalønt fara at fáa endurgoldið fyrsta sjúkadagin hjá barninum, er eitt annað dømið, ið hevur stóran týdning fyri familjuna.

Eisini vil eg nevna tær brótingar ið korðunum hjá einligum mammum, ella stakum uppihaldarum, ið samgongan ferð at fremja.

Hetta eru alt mál ið hava stóran týdning fyri nógvar kvinnur og familjur í Føroyum.

 

Eg vóni eisini, at tað ferð at eydnast okkum at styrkja Javnstøðunevndina og at endurstovna Demokratiu. Mín dreymur er, at Demokratia verður endurstovna, við einum arbeiðssetningi í komandi 5 árini, at økja áhugan hjá kvinnum at luttaka í politikki. Aftaná 5 ár hava vit haft tvey løgtingsval og tvey bý- og bygdaráðsval og tá ber til at taka samanum og síggja hvussu hevur gingist.

Tað hevur stóran týdning at vit allar, bæði á tingi men so sanniliga eisini uttanting, ikki sleppa endanum, men halda fast og halda fokus. Vit hava bý og bygdaráðsval í heyst og har skulu vit seta okkum sum mál at økja kvinnuumboðanina í kommununum.

Á einum degi sum 8 mars mugu vit ikki gloyma, at hetta er ein altjóða kvinnudagur og tí mugu vit ikki gloyma tey truplu kor, ið kvinnur nógva staðni í heiminum hava við harðskapi, sjúkum og sølu av kvinnum, fyri at nevna nøkur vandamál. Vit eiga at hava samhuga og stuðla har vit kunnu, tá ið tað kemur til brotsgerðir og kúgan móti kvinnum úti í heimi.

Við 8 mars kvøðu.