At støðutalvan í næstbestu deildini í løtuni bendir á, at talan bara verður um ein uppflytara, ber við sær, at støðan hjá AB kann vera minni vónleys, enn hon er, um tvey lið fara at flyta upp, og tvey lið fara at flyta niður úr bestu deildini.
AB er aftast við níggju stigum. Tað er eitt stig fram til 07 Vestur, og tað eru tíggju stig fram til EB/Streym, ið er á áttanda plássi.
Í dag fara argjamenn á vøllin við Stórá í Trongisvági. Har hava teir vunnið einasta sigurin á útivølli higartil í ár. 15. apríl var Bjarki C. Nielsen einasti málskjúttin við Stórá, og so vann AB 1-0. Næsta sunnudag fær AB vitjan av 07 Vestur.
Dagin fyri ólavsøkuaftan vóru Suðringar á Argjum, og teir fóru suður aftur við 4-0 sigri. Ta ferðina skoraði Pape Faye hattrikk. Hann hevur higartil spælt fimm dystir, og hann hevur ikki skorað mál í øðrum dystum enn tí á Argjum, tá ið hann hevði avgerandi leiklut.
Hjá AB er Jobin Drangastein leikbannaður, og Jónas Stenberg er skaddur.
Hjá Suðringum er Jón Krosslá Poulsen leikbannaður, og Teitur Krosslá Mortensen er langtíðarskaddur.