Hvør kennur ikki til tað: Tú fert út ein góðan summardag í bakandi sól og so gongur ein lítil løta, so lekur sveittin av tær og setir stórar blettir í skjúrtuna og sveittaroykurin stendur í allar ætttir.
Men skjótt er eisini hendan plágan farin í søguna.
Verkfrøðilesandi í Massachusetts Institute of Technology, MIT, hava nú ment eina skjúrtu, sum stýrir hitanum, skrivar physorg.
Tey hava lænt tøknina úr rúmdardraktum, NASA hevur ment, og tískil hava tey eisini nevnt skjúrtuna Apollo-skjúrtan.
Fyri ein stóran part er skjúrtan úr sama tilfari sum rúmdardraktir eru úr og tey vóna at fáa skjúrtuna í sølubúðurnar longu í summar.
Tað patenta við skjúrtuni er, at hon tekur hitan úr kroppinum, tá ið tað er heitt. Tá ið tað kólnar aftur, letur hon varman frá sær aftur til kroppin og soleiðis stýrir skjúrtan hitanum og tryggjar tí, sum er í henni undan sveitta og sveittalukti.
Ein eykavinningur við skjúrtuni er, at hon rukkast ikki og skal tískil ikki strúkast.
Nakað síðani bjóðaðu teir íleggjarum at seta pengar í ætlanina og tað var skjótt, so rapaði inn á kontuna og teir fingu yvir eina millión, sum var nógv meiri enn tey høvdu væntað