Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni ímillum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall seinasta mánadag, men tað er eingi framstig at hóma í samráðingunum og eisini semingsmaðurin hevur kastað frá sær. Síðani er verkfallið hert og nú verður tað hert enn meiri.
Tað merkir, at hósdagin klokkan trý fara sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini, A3, á Landssjúkrahúsinum í verkfall og tað sama fara sjúkrarøktarfrøðingar á deildini fyri dagskurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum.
Higartil er Suðuroyar Sjúkrahús sloppið undan verkfallinum, men nú verður tað eisini rakt, tí klokkan trý í hósdagin fara eisini sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, í verkfall.
Tey einastu, sum ikki fara í verkfall á hesum deildunum, eru deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum, sigur felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.