Í annaðkvøld verður seinasta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið spæld. Dysturin hevur bíðað í fleiri mánaðir orsaka av drúgva kærumálinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen.
HB hevur fleiri ferðir verið dømt at tapa dystin ímóiti VB/Sumba, men seinasti og endaligi dómurin gjørdist, at HB fekk bót og misti heimavølli, men sleppur at halda fram í steypakappingini.
Í kvøld sleppur HB so at royna seg aftur, og dysturin ímóti EB/Streymi verður spældur á Eiði kl. 18.00.
Hjá oddaliðnum EB/Streymi, sum hevur beina kós ímóti FM-gullinum, stendur væl til við fólki. Jørgen Meitelberg, sum hevur verið við síðani summarsteðgin, er skaddur og kann ikki spæla. Allir hinir spælararnir eru tøkir.
Hjá HB manglar verjuspælarin Vagnur Mohr Mortensen, sum varð útvístur í landskappingardystinum ímóti NSÍ. Vagnur hevur fingið tveir dagar leikbann, og tí kann hann ikki spæla við í annaðkvøld.
Páll Mohr Joensen, sum varð ofta nevndur í sambandi við kærumálið, er við í hópinum hjá HB









