Nú sleppur ein og hvør ikki hetta longur

Nú verða greiðar reglur settar í verk fyri at sigla á vatnskutara

Nú verða tað ikki longur øll, sum fáa loyvi til at sigla á vatnskutara, luftpútufari, og øðrum stuttleikaførum undir fýra metur. Nú er ein kunngerð nevniliga komin í gildið, har tey, sum sigla við hesum akførum, skulu á skeið og hava prógv, sum gevur teimum loyvi at føra slík akfør.

Skeiðið skal fram fram á einum av sjóvinnuskúlunum í landinum og aldursmarkið fyri at sleppa á skeið er 16 ár. Skúlarnir fáa eisini heimild til at taka gjald frá teimum, sum eru á skeið.

Á skeiðnum skulu tey læra um trygd umborð á farinum, og í sambandi við eldsbruna, samanstoyt, og um siglt verður á land. Tey læra eisini um at gera klárt at sigla, um at brúka trygdarútgerð og um siglingarreglur. Samstundis skulu tey eisini læra um at bjarga sær sjálvum, og øðrum, í eini neyðstøðu.

Harafturat skulu tey lærar at sigla við ymiskari ferð, og hvussu tey stýra og manøvrera undir akseleratión, bæði við høgari og við lágari ferð, umframt í sambandi við víkiskyldur og neyðsteðg.

Tey, sum longu hava dugnaskapsroynd til stuttleikabátar undir 20 tons, sleppa væl lættari og skulu bara hava eitt avmarkað prógv.