Næsta vikuskiftið, 20., 21. og 22. apríl, skipa søvnini í Vágum fyri rimmar tiltaki, har fokus verður sett á mentanarskattin í oynni.
Í Vágum hava tey tikið saman lógvatak og hava reist á føtur eitt mergjað - og ókeypis - tiltak, sum bæði er til álvara og gamans.
Vegna søvnini er Rósa Samuelsen samskipari av tiltakinum, og hon sigur seg vóna, at fólk í stórum tali vilja uppliva og njóta forvitnisligu og forkunnugu skránna, sum er løgd fyri hesar tríggjar dagarnar.
Í samband við Savnsfagnaðin hava handlar, matstovur og kafé’ir í Vágum serligar upplatingartíðir.
Millum mongu tiltøkini í skránni, verður eisini eitt serligt upplivingartiltak, har áskoðarin verður tikin við inn í heimin hjá prestakonuni, Beintu.
- Beinta er helst hin kendasti søguligi persónurin í Vágum, sum søgur í nøkur hundrað ár hava gingið um, og nógvar sagnir eru um Beintu.
Lýsingarnar av Beintu eru ymiskar, men allar hava tær eitt til felags, og tað er, at tað er ongantíð prestakonan sjálv sum hevur orðið.
Rósa Samuelsen sigur, at tiltakið byrjar við einum sonevndum sight-specific gongutúri í fótasporunum hjá Beintu, har Lydia Laksafoss fer at greiða frá.
Lydia Laksafoss hevur gjøgnum árini granskað í søguni um Beintu, og hon hevur funnið fram søgulig skjøl, sum finnast um hana. Gongutúrurin endar í Listastovuni í Miðvági, har Annika Johannessen, sjónleikari, fer at framføra leik um Beintu.
- Her fer Annika Johannesen at siga okkum eina søgu um, hvussu Beinta sjálv upplivdi sítt lív, sínar umstøður, menn, børn, vinir og sínar fíggindar, sigur samskiparin.
Umframt sjónleikarliga upplivingartiltakið við støði í prestakonuni Beintu, hevur Savnsfagnaðurin í Vágum eitt margfeldni av upplivingum við støði í søguligum tilfari.
- Her verða søguligir gongutúrar, og her verða bæði kendar og serstakar framsýningar, fyrilestrar og frásagnir, sigur Rósa Samuelsen, samskipari av Savnsfagnaðinum í Vágum.
Forvitnisliga skráin fyri Savnsfagnaðin í Vágum í døgunum 20.-22. apríl sæst um heimasíðurnar www.vaga.fo og www.sorvag.fo