Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús lata aftur fyri vanligum vitjanartíðum. Hesum boða sjúkhúsini frá í dag.
– Vísandi til núverandi støðuna viðvíkjandi COVID-19 smittu, verður latið aftur fyri vanligum vitjanartíðum komandi tíðina, verður sagt.
Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar.
– Í teimum førum skal avtala gerast við deildina frammanundan við at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 30 45 00 og umbiðja deildina har sjúklingurin liggur, sigur Landssjúkrahúsið.
– Set teg í samband við deildina á tel. 45 45 45 og ger avtalu um hetta, sigur Klaksvíkar sjúkrahús.
– Í teimum førum skal avtala gerast frammanundan við at ringja til Suðuroyar Sjúkrahús á tel. 34 33 00, sigur Suðuroyar Sjúkrahús.
Vitjandi skulu bera munnbind, tá vitjað verður.