Nú sleppa vit at síggja nýggju svensku prinsessuna

Sí mynd: Soleiðis sær dóttir Madeleine út

Í gjár átti Madeleine, prinsessa av Svøríki,  eina dóttur, ið vigar 3465 gram og er 50cm long. Nú liggur ein mynd av lítlu prinsessuni á heimasíðuni hjá svenska kongahúsinum, og tað er pápi lítla nýføðingin, Chris O’Neill, ið hevur tikið myndina. 

 

Móðir og barn hava tað gott, siga svenskir miðlar.

 

Madeleine, prinsessa, og maður hennara bretski-amerikanski handilsmaðurin Chris O’Neill, eiga frammanundan fýra ára gomlu Leonore og tvey ára gamla Nicolas.