Nú sleppa tey í Saksun sjálvi at seta treytirnar

Vit gera ikki meiri fyri at skipa fyri ferðavinnuni í Saksun fyrr enn bygdarfólkið sjálvt er komið við einum uppskoti, sigur borgarstjórin

Nú liggur bólturin hjá teimum í Saksun.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, sigur, at tey fara ikki at skipa ferðavinnuna í Saksun ímóti viljanum h hjá teimum, sum búgva har.

Herfyri elvdi tað til ósemju, tá ið kommunan ætlaði at gera parkeringspláss í bygdini og alment wc í bygdini í eini roynd at skipa ferðavinnuna betri í Saksun.

Men bygdarfólkið vendi sær ímóti ætlanini. Tá staðfesti borgarstjórin, at avtala var við festarar í Saksun um tað, sum varð gjørt og tí undraðist hann á, at tey ikki vildu vita av tí kortini.

– Tað varð ført fram, at ætlanin var at gera parkeringspláss til 100 bilar, men tað var ein misskiljing. Vit ætlaðu at gera nøkur parkeringspláss, men vístu á, at verður alt plássið gjørt til parkering, er pláss fyri 100 bilum, sigur hann.

 

Les eisini: Vilja avmarkað talið á ferðafólki í Saksun

 

Men hann staðfesti samstundis, at kommunan fór ikki at seta tiltøk, sum bygdarfólkið ikki tekur undir við, og sostatt varð arbeiðið steðgað.  Tey hildu, at ætlanin var ov umfatandi og at plássið var í skeivum staði í bygdini.

Heðin Zachariasen sigur, at nú hevur so fundur verið við bygdarfólkið í Saksun, har øll vóru møtt, uttan ein, sum hevði umboð fyri seg, tí viðkomandi var uttanlands.

– Hetta var ein góður fundur, har vit tosaðu um viðurskiftini, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at semja var um, at nú skulu bygdarfólkini sjálvi koma við einum uppskoti um, hvussu ferðavinnan skal skipast. Og hann sigur, at. Tað er eisini greitt, at fyrr enn tað kemur, ger kommunan ikki meiri.

Hann sigur, at bygdarfólkið hevur tosað nógv um at tálma ferðavinnuni í Saksun.

Men eg havi víst teimum á, at hvat landsvegnum viðvíkur, er tað Landsverk, sum er myndugleikin, og hvat haganum viðvíkur, eru tað bøndurnir, sum eru myndugleikin og hesi viðurskifti hevur kommunan einki við at gera.

– Tað, kommunan varar av, eru viðurskiftini á kommunalu vegunum og í sjálvari bygdini, og tað eru hesi viðurskiftini, vit higsa um, sigur Heðin Zachariasen.

Hann sigur eisini, at ætlanin hjá kommununi er púra greið, og tað er at fáa eitt stað í bygdini, har fólk kunnu sleppa av við bilin og har tey sleppa á wc og har skelti standa við upplýsingum um bygdina.

Hann vísir eisini á, at uppskotið, tey í Saksun leggja fram, skal samtykkjast í kommunustýrinum.

– Limirnir í kommunustýrinum hava eisini eina meining um viðurskiftini, hóast vit ikki búgva í Saksun, og fæst ikki meiriluti fyri tí, gerst einki, sigur Heðin Zachariasen.

Hann leggur afturat, at, kommunan vil hava, er ein heildarætlan fyri alla bygdina, og ikki bara eina ætlan fyri ávís pláss.