Nú sleppa tey at sigla ókeypis við Strandferðsluni

Í morgun er avtala um, at fólk á ávísum plássum skulu ikki rinda fyri at sigla við Strandferðsluni

Nú sleppa fólk, sum búgva á útoyggj, at sigla ókeypis við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað hava Strandferðslan og Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, avtalað á fundi í morgun.

Tey hava havt fund um, hvørji sparitiltøk Strandferðslan skal seta í verk í ár fyri at játtanin kann halda.

 

Les eisini: Nú er avtala gjørd um sparingar á Strandferðsluni

 

Men á sama fundi avtalaðu partarnir eisini nakað spildurnýtt, og tað er, at tey, sum eru fastbúgvandi á útoyggj, skulu nú sleppa at ferðast ókeypis við skipunum hjá Strandferðsluni.

Og tað, sum verður meint við útoyggjar í hesum sambandi, eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines, og tey, sum eru fastbúgvandi á hesum plássum, sleppa altso nú at ferðast ókeypis við skipunum hjá Strandferðsluni.