Hósdagin 26. august kundu fyrireikararnir av Danmarkarferðini fyri kreftsjúku børnini leggja 44.830 kr. afturat ferðapeninginum. Hetta var nevniliga upphæddin, sum kom inn, tá stuðulskonsertin var hildin á Platform, seinasta fríggjakvøld.
Petur Olsen, partaeigari av Platform, sigur, at man nú bara kann iðra seg um, at prísurin á atgongumerkjunum ikki var hægri.
? Áhugin fyri konsertini var sera stórur, og øll atgongumerkini vóru longu útseld í forsøluni, so fyri tað kundi prísurin verið hægri, sigur hann.
Hann sigur, at hetta samstarvið kom í lag, tá Mourits Mohr Vang setti seg í samband við hann.
? Eg havi einaferð siglt saman við Mourits, og tá hann nú spurdi, um vit vóru áhugaðir í at stuðla hesum tiltakinum, vóru vit klárir beinanvegin. Eg visti, at hann hevur eina dóttir við kreft, sum ofta er niðri á ríkissjúkrahúsinum. Nú vildi hann skipa fyri eini ferð fyri hesum sjúku børnunum, sum skuldi vera stuttlig. Hon skuldi ikki snúgva seg um sjúku, læknar og sjúkrahús. Eg helt, at tað var eitt fínt hugskot, greiðir Petur frá.
Tað gingu einir tveir mánaðir frá tí, at Mourits av fyrstan tíð setti seg í samband við Petur, og til konsertin var hildin. Allatíðina var samstarvið tætt teirra millum. Mourits setti seg sjálvur í samband við allar tónleikararnar, og teir vóru allir til dystin fús beinanvegin.
? Alt hevur gingið ótrúliga væl, og øll hava verið skjót at hjálpa. Bæði tónleikarar, sum hava nógv at gera, men sum hóast tað settu hetta kvøldið av til konsertina, og miðlarnir, sum hava lýst ókeypis og stuðlað á tann hátt. Vit høvdu bert hølini, og vit hava avgjørt ikki nakra størri æru av væleydnaða tiltakinum, enn hini, sum hava stuðlað, sigur Petur.
Hann sigur, at teir í Platform eru sera glaðir fyri tiltakið, og at tílík góðgerandi endamál avgjørt fara at verða á skránni aftur í náttklubbunum í Havn.









