Nú er arbeiðið at seta nýggju snotiligu skápini upp í Svimjihøllini í Gundadali komið so væl ávegis, at svimjihøllin letur uppaftur mánamorgunin 30. apríl.
Seinastu vikurnar hevur svimjihøllin í Havn verið stongd, meðan umvælingar hava verið framdar. Onkrar ábøtur eru gjørdar í hylunum sjálvum, men mest sjónliga broytingin er uttan iva, at skápini eru skift út og at nýggir beinkir eru settir upp í skiftingarrúmunum.
Stórur saknur hevur verið í svimjihøllini, ikki minst hjá teimum mongu skúlabørnunum, sum nýta høllina til svimjiundirvísing, men í næstu viku verður so aftur gjørligt hjá teimum at svimja.
- Tá ið fólk koma í svimjihøllina, fara tey umframt nýggju skápini við elektroniskum lásum eisini at síggja nýggju træbeinkirnar, sum eru komnir. skrivar Tórshavnar kommuna.