Nú sleppa sundafólk til handils

Ein av fyrstu døgunum í november mánaði sleppa fólk í Norðdepli, Hvannasundi og har umvegir umsíðir aftur til handils í Norðdepli. Ein handil var í bygdini, men er nú stongdur aftur. Av tí at eingin matvøruhandil heldur er á Viðareiði, hava fólk verið noydd at fara til handils í Klaksvík. Nú kemur broyting í.

Í eina tíð hevur Maibritt Sivertsen úr Norðdepli arbeitt við eini ætlan at fara undur ein matvøruhandil í heimi sínum, nærhendis barnaskúlan á Fossánesi.

Ætlanin er at hava tær vanligu húsarhaldsvørurnar, men av tí at handilin liggur beint við skúlan, verður eisini okkurt til børnini.

Enn er ikki avgjørt, hvat navn handilin skal hava.

- Óhugsandi er ikki, at hann fer at eita Fossábúðin, men enn er einki avgjørt í so máta, sigur hon við Portalin.