Nú sleppa skip ikki longur at larma sum tey vilja

Tað verður ikki fullkomiligur náttarfriður – men tað tekur tað ringasta, sigur landsstýrismaðurin

Nú verður tað skjótt, at ein kunngerð verður sett í gildið sum forðar skipum at larma sum tey vilja, tá ið tey liggja við bryggju. Tað staðfestur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við ætlanini at seta tiltøk í verk, sum tryggjar, at fólk fáa náttarfrið fyri skipum, sum liggja við bryggju og larma.

Tað er ein stórur trupulleiki ymsastaðni í Føroyum, at fólk fáa ikki náttarfrið fyri skipum, sum liggja og larma, og fleiri ferðir hava fólk verið noydd at taka til rýmingar heiman í frá fyri at fáa svøvn í eyguni.

Helgi Abrahamsen sigur, at ein kunngerð um larm frá skipum er um at vera liðug og fyrsta dagin verður hon send avvarðandi pørtum til viðmerkingar.

Hann sigur, at sum heild er ætlanin at seta eitt hámark fyri, hvussu illa skip, sum liggja við bryggju, kunnu larma. Hann sigur, hámarkið verður ymiskt, alt eftir hvønn dag tað er, hvat klokkan er, og hvørji teir nærmastu grannarnir hjá havnarlagnum, eru.

Sum heild er endamálið við kunngerðini, at seta hámark fyri, hvussu nógvur larmur í mesta lagi kann vera í teimum bústøðunum, sum eru nærmast havnarlagnum, sigur hann. Men hann leggur afturat, ætlanin er at byrja varisliga, men at herða krøvini so hvørt hesi næstu trý til fimm árini, so at havnarmyndugleikarnir fáa eina tillagingartíð.

Tískil ivast hann í, um talan verður um fullkomnan náttarfrið í fyrstu syftu, men ætlanin er at taka toppin av trupulleikanum beinanvegin.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað verða kommunurnar, sum fáa ábyrgdina av at syrgja fyri, at hámarkið fyri larm verður hildið. At útvega skipunum streym úr landi, er tann besta loysnin, men tað er lættari sagt enn gjørt, tí tað er dýrt, men eyðvitað verður tað eisini ein partur av loysnini. 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann roynir at orða eina kunngerð, sum øll havnarløgini kunnu góðtaka, tí hann ásannar, at kommunurnar eru ymiskar. Men tað kann eisini sigast soleiðis, at tær kommunurnar, sum hava teir størstu trupulleikarnar av larmi frá skipum, hava eisini tær størstu inntøkurnar av skipum.

– Vit skulu øll vera her, tí vit skulu hava eitt vinnulív, men fólk skulu eisini hava náttarfrið, sigur Helgi Abrahamsen.