Langt um leingi kunnu súkklur takast við í bussarnar hjá Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna sigur í dag, at avgerðin er tikin, eftir at fleiri borgarar hava spurt eftir tænastuni, men talan verður í fyrsta føri um eina royndartíð, har miðað verður eftir at kanna, hvussu hetta fer at rigga, áðrenn tænastan gert fastur partur av busskoyringini.
Tað verður tó so, at súkklan sleppur bert við í bussin eftir klokkan 17, og bert tvær súkklur sleppa í bussin í senn, umframt at barnavognar hava framíhjárætt.
Hetta merkir, at um ein barnavognur skal í bussin, og ein súkkla stendur har frammanundan, so verður súkklan noydd at fara út.
Eisini skulu fólk standa hjá súkkluni og ansa eftir, at hon ikki er til ampa fyri onnur.
– Átakið at fáa súkklur við í bussin er partur av Súkkluárinum 2020, sum fór á rull við ársbyrjan, sigur Tórshavnar kommuna.
– Enn fleiri ymisk átøk skulu sett í verk í ár, ið skulu menna Havnina sum súkklubý. Eitt nú skulu súkkluleiðir og hentleikar til súkklur gerast umframt tiltøk, sum varpa ljós á súkkling og burðardygga ferðslu.