Nú sleppa lemmatrolarar at partrola.
Tað er greitt, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, akkurát nú hevur útskrivað teimum báðum lemmatrolarunum, Rankanum av Tvøroyri og Eydnu úr Sørvági, loyvi at partrola í eini royndartíð árið út.
Nú olja er blivin so dyr, at tað loysir seg ikki at fiska, hava reiðarar hugsað um ymsar møguleikar fyri at fáa oljuprísin niður.
Ein skipabólkur, sum er serliga hart raktur, eru teir stóru lemmatrolararanir, sum brúka rættiliga nógva olju og í eini roynd at minka um oljuútreiðslurnar, hava lemmatrolarar søkt um at sleppa at partrola.
Og nú hevur landsstýrið so givið Rankanum og Eydnu loyvi at patrola undir ávísum treytum, á djúpum vatni og undir eftirliti av fiskirannsóknarstovuni.
- Hetta er ein roynd fyri at vita, um nøkur sparing er í hesum, sigur Tórbjørn Jacobsen










