Nú sleppa fleiri suðuroyngar frá at fara til Havnar

Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið nyggja útgerð, sum ger tað lættari

Í gjár varð ein spildurnýggj røntga tikin í brúk á Suðuroyar Sjúkrahúsi og eitt úrslit av tí er, at nú sleppa uppaftur fleiri suðuroyingar frá at fara til Havnar á Landssjúkrahúsið.

Fyri einum ári síðani fekk Suðuroyar Sjúkrahús eisini ein nýggjan skannara og í tí sambandi vórðu tveir radiografar settir í starv.

Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri, sigur í eini fráboðan, at skannarin hevur verið nógv brúktur tí teir fyrstu sjey mánaðirnar hevði hann verið 479 ferðir í brúki. Hevði hann ikki verið, hevði tað eisini verið neyðugt at sent allar teir sjúklingarnar til Havnar til skanningar.

Stjórin sigur, at tá ið skannarin varð útvegaður, varð farið undir arbeiðið at útvega eina nýggja røntgen. Røntgen-tólið tey høvdu, hevði sínar avmarkingar, tí tað bar ikki til at taka ávísar røntgenmyndur av mjadnum og knøum tí vildu tey hava eina nýggja. Nú er hon komin og í gjár varð hon soeisini tikin í brúk.

Nú ber til at taka allar vanligar røntgenmyndir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Hans Pauli Henryson, so eisini í hesum sambandi eru tað fleiri sjúklingar, sum ikki noyðast til Havnar.