Nú sleppa ferðafólkini at sita

Fyri at økja um sitiplássini umborð á Smyrli, eru nøkur av kømurunum har afturi í skipinum nú gjørd til smá uppihaldsrúm.

Ofta hevur verið torført hjá ferðafólki at finna sær sess umborð á Smyrli um vikuskiftini og tá okurt serligt hevur verið á vási í Suðuroynni. Orsøkin til hetta hevur verið tann, at øll tann aftara salónin á Smyrli fyri nøkrum árum síðani, tá Smyril sigldi uttanlandssigling, varð gjør til kømur. Tískil hava ferðafólk bert havt møguleika at finna sær sess í fremru salónini, ið meststum altíð er full, og harafturat í ovaru salónini, ið ikki er so góð at sita í tá ringt er í sjónum.


Allur bati bøtir

Tey nýggju uppihaldsrúmini á Smyrli eru ikki av teimum vakrastu og hugna-ligastu, ið hugsast kunnu. Talan er bert um eitt bert rúm við beikum fram við skottunum. Ein kann næstan sammeta tey við bíðirúm ella eitthvørt tíðlíkt, men allur bati bøtir. Nú hava ferðafólkini, ið ferðast við Smyrli fingið um 100 sitipláss afturat, so ikki skal klagast.

Av tí at talan er um fleiri smá uppihaldsrúm, har eini tíggju fólk fáa sitið, kann ein hugsa sær, at hesi rúm fara at verða karmur um mangar hugnaligar løtur við práti og skemti á teimum drúgvu Suðuroyartúrunum, til nýggja Suðuroyarskipið tekur yvir.