Nú skulu føroysk fiskiskip aftur sleppa at avreiða ein part av veiðini uttanlands. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera skipum rætt til at avreiða 15 prosent av fiskinum uttanlands.
Hann heldur, at kunnu skip fara uttanlands at avreiða, er tað ein trygd fyri, at prísirnir í Føroyum ikki verða dumpaðir. Nú uppskotið hevur verið til viðgerar í Vinnunevndini, sæst, at samgongan tekur undir við tí.
Men tað gera umboðini hjá andstøðuni í Vinnunevndini, ikki. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn halda, at serligar trupulleikar eru við svartkjaftinum. Tær størstu nøgdirnar verða veiddar hesa árstíðina, har svartkjafturin er bleytur, hann heldur sær ikki leingi og hann er illa egnaður til matna. Samstundis er tað avmarkað, hvat føroysk virki kunnu taka ímóti av svartkjafti til ídnað og kappingin er sera avmarkað.
Tí skjóta tey upp, at 30 prosent av svartkjaftinum kann avreiðast uttanlands, men bara í apríl og mai. Samstundis skal allur annar fiskur avreiðast í Føroyum - men í serstøkum førum kann landsstýrismaðurin geva undantaksloyvi til at avreiða uttanlands.
Hinvegin er Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum rættiliga hvassorðaður. Hann sigur, at tað er ein háðan ímóti fiskivinnuni, fiskavirkjum og øllum, sum arbeiða á fiskavirkjum á landi í Føroyum, at skipini kunnu fara uttanlands at avreiða.
– Hetta er enn ein staðfesting av, at landsstýrið ikki metir føroyingar vera góðar nokk og hetta er aftur ein lovprísan av, at útlendingar duga betri enn føroyingar at virðisøkja tann fiskin, sum føroyingar fiska.
– Tað líkist ongum og er ein beinleiðis katastrofa fyri fiskavirkini og tað arbeiðandi fólkið á landi í Føroyum, sigur hann.
– Hetta er steinur oman á byrðu hjá eini vinnu, sum frammanundan er rættiliga illa fyri og her er talan um eini 1.000 arbeiðspláss kring landið, har tey flestu liggja í útjaðaranum, sigur Bjarni Hammer.
– Hetta er eitt afturstig av teimum heilt stóru, sum kann verða mønustingurin hjá fiskivinnuni á landi, sum virkar botnfisk og tað kann vera byrjanin til endan hjá uppsjóvarvirkjunum.