Amerikanarar, sum hava skyldfólk í Kuba, sleppa nú at vitja tey so ofta og so leingi, sum teimum lystir. Tað sigur amerikanska fíggjarmálaráðið og vísir til eina nýggja kunngerð, sum júst er komin í gildi.
Í vár boðaði Barack Obama, forseti, frá, at hann ætlaði sær at linka amerikonsku handilstiltøkuni ímóti Kuba, og tann nýggja kunngerðin er eitt beinleiðis úrslit av ætlan hansara, skrivar AP.
Nakrar treytir eru kortini. Sagt verður, at amerikanarar, sum fara til Kuba at vitja skyldfólk, skulu ikki brúka meiri enn í mesta lagi 179 dollarar ella 915 krónur um dagin, meðan teir eru har.










