John Johannessen
?Deytt skip?
Eitt bretskt útgerðarfelag hevur keypt Nólsoyar Páll. Men skipið er ikki longur til í nakrari skipaskráseting ella undir nøkrum klassa. Tískil hevur ikki borið til at fáa siglingarloyvi at sigla skipið til Onglands. Fyri at loysa hendan trupulleikan, hevur bretska felagið sent ein sleipibát eftir Nólsoyar Pálli, og fór hesin fyrrapartin hósdagin avstað við skipinum.
Bretska felagið hevur nevniliga fingið loyvi at sleipa Nólsoyar Páll sum ?deytt skip?. Hetta vil siga, at skipið verður sleipað eftir altjóða sleipireglum, eins og tað var ein flaki ella okkurt tílíkt, ið ikki sjálvt er siglingarført. Eingin manning sleppur at vera umborð og allar lúkur eru skalkaðar til, so at skipið ikki tekur vatn inn.
Tað er partafelagið Rosendal á Strondum, ið hevur sýnað skipið og sleipiútgerðina, og hava teir eftir altjóða sleipireglum givið tilmæli til sleipingina.
Ætlanin er at bretska felagið skal nýta Nólsoyar Páll til ymsikt virksemi í Vesturafrika.