Nú skulu vit yvirtaka tey tungu málini

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur eitt boð upp á, hvørji málsøki, føroyingar eiga at yvirtaka frá dønum í næstu framtíð

 

– Vilja vit vera ein sjálvstøðugur statur, mugu vit eisini vera til reiðar at yvirtaka tey stóru og tungu málsøkini.

 

Tað staðfesti Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, nú orðaskifti var í Fólkatinginum í sambandi við, at farið verður í summarfrí.

 

Undir orðaskiftinum varð hann spurdur um arbeiðið hjá føroyskum myndugleikum at yvirtaka tey ymsu málsøkini frá donskum yvirvaldi.

 

Magni Arge ásannaði, at tað hevur ikki gingið so væl at yvirtaka tey ymsu málsøki, sum ætlanin hevur verið. Hann vísti á, at tað hevur verið málið hjá føroyingum at tøma heimastýrislógina, sum tað varð orðað, men tað hevur ikki gingið so væl sum, ætlað.

 

Í hesi samgonguni er endamálið at yvirtaka persónsmál og familjumál, og tey verða yvirtikin nú á ólavsøku. Endamálið er eisini at yvirtaka loftferðslumál og útlendingamál, men tað er meiri óvist, nær tey verða yvirtikin. Hinvegin heldur Magni Arge, at nú eiga føroyingar at leggja á annan bógv í yvirtøkumálum. Vilja føroyingar verða ein sjálvstøðugur statur mugu vit eisini yvirtaka tey stóru og tungu málsøkini, sigur hann.  

 

Her hugsar hann um málsøki á løgfrøðiliga økinum, nevniliga dómsvaldið og løgregluna. Og tað eru hesar báðar yvirtøkurnar, Magni Arge heldur, at føroyingar eiga at seta á dagsskránna í næstu framtíð.


Men so heldur hann samstundis, at aðalmálið eigur at vera at minka ríkisveitingina, til hon er heilt burtur, soleiðis, at føroyingar ikki vera bundin av pengum, ið koma aðrastaðni frá.