Nú skulu vit stríðast fyri stigum

AaB-verjuspælarin Michael Jakobsen heldur, at liðið úr Aalborg nú av álvara skal stríðast fyri at fáa nøkur stig. AaB hevur ikki megnað at vunnið í teimum seks dystunum í superliguni higartil í ár, og heilti 15 mál eru farin ígjøgnum hesar dystir.
Vit skulu út at stríðast. Tað er kósin, sum skal fáa okkum aftur á beint. Vit hava latið 15 mál farið inn, og vit fýra í verjuni mugu taka ábyrgdina av tí, sigur hann við heimasíðuna hjá AaB.
Millum spælararnar hjá AaB eru føroysku landsliðsspælararnir Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, og serliga Jón Rói hevur spælt nógv seinastu seks dystirnar.