Nú skulu vit skjótt hava nøkur stig

Støðan í FC Suðuroy er blivin eitt sindur kriminell og liðskiparin ásannar, at nú skulu skjótt nøkur stig á kontuna

Vit taptu fyri einum betri liðið Men at tapa 3-0 var nakað nógv.
Palli Augustinussen, liðskipari hjá FC Suðuroy heldur ikki at úrslitið av dystinum ímóti HB, gevur eina rættvísa mynd av dystinum.
-Vit sluppu hampuliga væl burtur úr fyrra hálvleiki. HB hevði bóltin meir, men teir høvdu ikki nakrar møguleikar av týdningi og so við og við komu vit meiri við í dystin.
Men tað var seinni hálvleikur sum koppaði dystinum.
- Vit vóru ikki ordiliga klárur til seinna hálvleik. HB spældi betri og vit spældu verri og so gekk tað, sum tað gekk.
- Men eftir at HB varð komið framum, høvdu vit einar tríggjar fínar møguleikar bæði at javna og enntá at leggja okkum framum, men vit tóku ikki av og so vórðu vit revsaðir.
- Og tá brotssparkið kom, var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Mugu fáa stig
Palli Augustinussen ásannar, at støðan hjá FC Suðuroy er álvarslig.
- Nú skulu stig á kontuna skjótt, staðfestir hann.
Hann heldur, at uppskriftin er taka av møguleikunum at skora, tá ið teir koma.
- Vit hava ikki teir tiltiknu marginalarnir við okkum og vit hava ikki fingið mál í trimum dystum, so vend má koma í.
Hinvegin heldur hann ikki at hugburðinum bagir nakað og hann hevur fult álit á, at støðan skal nokk batna.
Bygdarmaður tykkara í HB, Símun Samuelsen, heldur, at tit eiga at hugsa meiri um sjálvt spælið, tá ið tit eru á vøllinum?
- Hasum eri eg ikki heilt samdur í. Tað er ikki fyrrenn vit koma afturum, at dómarin fekk nøkur høgg, men tað er nokk mest í frustratión. Tað var ikki tað, sum avgjørdi dystin ímóti HB.
So er spurningurin, hvussu útlitini eru hjá FC Suðuroy at skava sær nøkur stig saman, tí í øllum førum á pappírinum eru trígir teir næstu dystirnir sera tórførir: NSÌ úti, EB/Streymur heima og B-68 úti.