– Nú eiga føroyingar at taka seg heilt úr arbeiðnum í Norðurlandaráðnum, í hvussu so er í eina tíð.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og politiskur eygleiðari.
Norðurlandaráðið hevur enn einaferð sýtt fyri at ganga eini umsókn frá føroyingum um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum á møti, tí at vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað sum eyðkennir arbeiðið í Norðurlandaráðnum er okkara felags mentan.
– Tað er hetta, sum bindur okkum saman og tí skilji eg ikki, at Føroyar, Grønland og Áland ikki kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur hann.
Tí heldur hann rætt og slætt at føroyingar skulu bara halda seg burtur, til limirnir í Norðurlandaráðnum finna útav at geva okkum somu støðu í Norðurlandaráðnum sum hinir limirnir hava.
- Soleiðis kunnu vit vísa okkara ónøgd, heldur Jóannes Eidesgaard.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr Jóannes Eidesgaard siga sína meting av støðuni.










