Nú skulu vandamiklu perurnar savnast inn

Tórshavnar kommuna heitir á heimasíðu sínari á handlar í kommununi um at gerast battarímóttøkur. Hetta átak verður gjørt í sambandi við, at kommunan seinni í vár hevur umhvørvisviku í býnum.



Tá er ætlanin, at kunna borgarar í kommununi um, hvar teir sleppa av við battaríir og spariperur. Tí heitir kommunan á allar handlar í kommununi um at lata seg skráseta sum battarímóttøkur. Kravið fyri at verða skrásettur er, at handilin setur eitt ílat til brúkt battaríir/spariperur fram á einum sjónligum staði í handlinum. Kommunan mælir eisini til, at kundarnir fáa møguleika at lata spariperur inn. Spariperur eru eisini vandamikið burturkast, og kunnu tí ikki koyrast í tann vanliga ruskposan,

Teir handlar, sum lata seg skráseta, verða nevndir www.torshavn.fo. Somuleiðis sleppa teir ókeypis av við battaríini og spariperurnar á Endurnýtsluni á Sandvíkarhjalla.