Fiskiveiðieftirlitið fer nú at gera kanningar á bryggjukantinum fyri at vita, um bátar í bólkunum 5A og 5B hava galdandi fiskiloyvi
Um Fiskiveiðieftirlitið kannar bát og hesin ikki hevur galdandi fiskiloyvi, verður ikki gjørligt, at avreiða fiskin, fyrr enn viðurskiftini eru fingin í rættlag, skrivar eftirlitið á heimasíðuni.
Eru fyrispurningar um fiskiloyvi, ber til at fara á heimasíðuna www.fisk.fo undir oyðubløð.Ella ringja til Fiskimálaráðið tlf. 353030
Átakið hjá Fiskiveiðieftirlitinum byrjar tann 26. januar.










