Nú skulu tær hava mótstøðu

VÍF er aftur favorittur, men í mun til undanfarin ár tykjast fleiri av hinum liðunum at leggja enn meira fyri í royndunum at taka gullið

Kvinnuhondbóltur

Um vikuskiftið verður sjøtul settur á hondbóltslandskappingina í kvinnuhondbólti, og tó at kappingin í ár tykist vera meira spennandi enn í fjør, so hevur hon so avgjørt sínar skuggasíður.
Fyri at taka tað fyrsta fyrst, so eru útlit fyri, at kappingin hjá kvinnunum í ár kann gerast meira spennandi, enn hon hevur verið tey bæði seinnu árini, har VÍF hevur havt í serflokki sterkasta liðið í landinum.
Ikki tí. VÍF er í útgangsstøðnum aftur í ár at meta sum favorittur. Tær hava framvegis tríggjar framúr góðar útlendingar á liðnum, og nógvir av leikarunum eru tær somu, men hinvegin er breiddin í hópinum sera lítil, og hetta kann geva trupulleikar, um skaðar fara at raka liðið. Av liðnum frá í fjør eru farnar Randi Kúrberg og Jórun Ludvig, men hinvegin er Hertha Simonsen komin úr Sóljuni, og tað kann gerast sera spennandi at síggja, hvussu hon fer at trívast, nú talan verður um hondbólt í oddinum, heldur enn at stríðast um tilveruna í bestu deildini.
Umframt tær tríggjar útlendsku, so hevur liðið framvegis tær báðar fyrrverandi StÍF-kvinnurnar, Alis Høghamar og Sóleyð Mikkelsen. Sóleyð hevur seinnu árini verið millum avgjørt bestu leikararnar í landinum, og einki er at siga til, at tað er gleðiligt fyri VÍF, at hon hevur gjørt av at taka eitt tørn afturat við koyritúrum mest sum hvørt kvøld. Eisini Alis hevur drúgvar royndir, men í mun til í fjør verður hon mest sum einsamøll um at halda plássið á strikuni, og hetta kann gerast ein møtumikil uppgáva.

Havnin hóttir
Skal ein hóttan móti VÍF koma, so er eftir øllum sólartekin greitt, at hendan í ár skal koma úr Havnini. Her hava tær út Neistnaum tey bæði seinnu árini verið mest sum einsamallar um at verja borg í tvey ár, men í ár er líkt til, at Kyndil vil rætta upp upp á støðuna, sum mest sum gjørdist katastrofal í fjør, tá tað ikki var fyrr enn í næst seinasta dystinum, at liðið tryggjaði sær tilveruna í bestu deildini.
Á leikarasíðuni tykist Kyndil at standa seg væl sterkari í ár, enn tær gjørdu í fjør. Bulurin á liðnum er framvegis hin sami, og so hartil hevur liðið fingið tilgongd av fleiri spennandi leikarum. Ikki minst verður spennandi at síggja, hvussu evnini hjá Lotte Sørensen kunnu gagnnýtast, nú hon í Ileanu Manolescu og Anniku Thomsen hevur fingið tveir viðleikarar, sum kunnu vera ein stór hjálp sum ávíkavst skothóttan og spælskipari. Seinastu árini hava avrikini hjá Lotte verið merkt av, at ein ovurstór ábyrgd hevur liðið á herðum hennara, og kann hon finna stílin frá gullárunum aftur, er lítið at ivast í, at spælið hjá Kyndli kann lyftast við nógvum stigum. Hartil tykist Ann Hansen eisini hava betri stundir til hondbóltin í ár, og í fullari venjing er hon avgjørdur styrkur fyri eitt og hvørt lið í bæði álops- og verjupartinum.
Umframt hesar fær Kyndil ætlandi eisini styrk úr Jugoslavia, har ein fyrrverandi landsliðsleikari helst er ávegis til felagið, og fæst hendan nóg skjótt at rigga inn í heildarmyndina, er einki at ivast í, at Kyndil í útgangsstøðnum hevur eitt sera sterkt lið.
Í Neistanum er ætlanin enn einaferð at spæla við í oddinum, men í løtuni tykist eitt sindur ilt at meta um, hvussu væl tær eru fyri til kappingarárið. Ikki minst tí tríggjar av grundstuðlunum á liðnum, Katrin á Neystabø, Birita Wardum og Gunnleyg Berg, allar eru farnar av landinum í lestrarøridum. Hetta merki, at nýtt fólk skal spælast inn í lyklaleiklutir, og tó at Neistin vanliga hevur møguleika at taka fleiri evnaríkar leikarar upp á besta liðið, og hevur fingið tilgongd av Simonu Dziugyte, Christinu Holm og Jórun Ludvig, so kann neyvan roknast við, at hesar alt fyri eitt eru førar fyri at lyfta liðið. Men so er fyrimunurin sjálvandi, at grundspæli bara telur hálvt, og at møguleikarnir tískil skuldi verið góðir at gjørt ein veruligan vørr í endaspælinum.

Tunt við fólkinum
Fyri hini fýra liðini í bestu kvinnudeildini tykist ein felagsnevnari at gera seg galdandi, og tað er, at tað tykist vera trupult at fáa nóg mikið av leikarum.
Serstakliga hava hesir trupulleikar verið sjónligur í Klaksvík, har tað enntá hevur verið tosað um at taka liðið úr kappingini, og hóast tað ikki gjørdist so heilt galið, so er málsetningurin hjá liðnum lækkaður nakað nógv, Størsta spurnarteknið í hesum tykist tó vera, hvussu nýggju útlendsku leikararnir rigga á liðnum, og um heilt væl vil til, er tað væl hugsandi, at liðið hóast alt fer at geva teimum í oddinum dygga mótstøðu.
Í Vági hava tey í fleiri ár verið við til at mynda ovaru hálvu í bestu deildini, og eitt nú hevur liðið veruliga sýnt tenn í steypakappingini, men enn hevur tað ikki eydnast at røkka avgjørda oddinum, og tað er nógv, sum bendir á, at hetta heldur ikki fer at eydnast hesaferð.
Av ymsum orsøkum eru fleiri av leikarunum frá í fjør farnir burtur av leikarahópinum, og ikki minst man tað kennast tungt, at tær báðar, Rannvá Augustinussen og Gurið Mortensen í øllum førum ikki verða við í grundspælinum. Seinastu trý árini hevur VB umframt heimligu leikararnar eisini havt styrk úr Ungarn, men hetta er í ár skift um við Litava, har tríggir leikarar og ein venjari eru komin.
Eisini hjá StÍF verður roynt við nýggjum útlendskum kreftum í ár. Ileana Manolescu hevur í vetur gjørt av at spæla við Kyndli, men aftur fyri hana hevur StÍF fingið toppskjúttan hjá Sóljuni, Asta Petrauskiene, og hon hevur eisini fingið ein málverja við til Strendur, nú Ingun Mørkøre ikki verður tøk í ár.
Hartil skal eisini sigast, at hóast StÍF í fjør endaði langt burturi frá heiðursmerkjunum, so sýndi liðið góð evni í nógvum av dystunum, og megnar venjarin í ár at fáa hesi avrikini at gerast meira støðug, er einki at ivast í, at eisini tær kunnu vera við til at seta dám á kappingina í oddinum.
Sjeynda liðið í ovastu deildini er Tjaldur úr Runavík, og lítið er at ivast í, at teirra setningur fyrst og fremst verður at halda fast í sessinum í bestu deildini. Í mun til undanfarin ár hevur hópurin merkt nakað av frágongd undan vetrinum, og tað kann viðføra innanhýsis órógv fyrstu dystirnar. Bjargingin kann verða, at liðið aftur í ár hevur stórskjúttan, Militsu Ergic á liðnum, og einki er at ivast í, at hon saman við landskvinnuni, Lenku, verður tann, sum álitið skal setast á í royndunm at varðveita sessin í deildini.