Summi hava lítlan áhuga fyri tí, onnur hava longu tikið støðu fyri ella ímóti, at Skotland skal lýsa seg sjálvstøðugt ríki. Tað endaliga svarið kemur ikki fyrr enn í 2014. Hevði fólkaatkvøðan verið nú, hevði minni enn ein triðingur av skotunum sagt ja til at loysa.
David Cameron hevur ongantíð dult fyri, at hann er harðliga ímóti, at skotar loysa frá Onglandi, og hann endurtók støðu sína, tá hann fyrradagin var í St. Andrews House í Edinburgh.
-Sum forsætisráðharri vil eg virka fyri at varðveita Bretland sum eina eind, men eg fari at virða avgerðina, sum fólkið í Skotlandi tekur, segði hann við tíðindafólk.
Mótpartur hansara, SNP-formaðurin Alex Salmond, fyrstiráðharri, helt, at sáttmálin um fólkaatkvøðuna er ein varði á vegnum. Hann legði afturat, at nú byrjar arbeiðið at sannføra tað skotska fólkið um, at tey fara at fáa tað betur uttan fyri hin partin av Bretlandi.
Stór avbjóðing
Meiningakanningarnar vísa, at Alex Salmond og hansara viðhaldsfólk fáa nóg mikið at gera tey bæði næstu árini, og politiski blaðstjórin á Financial Times, George Parker, heldur, at Salmond hevur átikið sær eina stóra avbjóðing.
-Eitt er, at fíggjarkreppan hevur kroyst bankarnar. Eitt annað er, at oljubrunnarnir úti fyri Skotlandi eru við at tømast, og tað verður torført at fáa undirtøku fyri evruni, sum longu er illa umtókt, sigur George Parker. Hinvegin ásannar hann, at loysingarfólkini hava eitt greitt mál - at skipa Skotland sum eitt vælferðarland, og helst verða Norðurlond fyrimyndin, tí Alex Salmond hevur ofta samanborið Skotland við Noreg og Danmark.
Meiningakanningarnar vísa eisini, at nógvir skotar ivast, og fleiri vilja hava betri tíð til at hugsa seg um. Nú stúra tey fyri, at tey bæði næstu árini verða eitt langt valstríð fyri og ímóti.
Teir flestu eygleiðararnir hella tann vegin, at skotar fara at siga nei til loysing. Hinvegin vænta fleiri, at skotar fara at loysa, bara ikki enn.
Ja kann geva ófrið
Tað eru ikki bara skotar og politikararnir í London, sum fara at fylgja við gongdini í Skotlandi tey bæði næstu árini, og hvør endin verður.
Eygleiðarar í Bretlandi siga, at tað fær ikki nakran serligan týdning fyri Ongland, um skotar velja at loysa, men at eitt skotsk ja til loysing kann elva til ófrið í Norðurírlandi og í Wales. Sambandsfólk í Norðurírlandi fara ivaleyst at spyrja, um nøkur orsøk er til at halda fram í felagsskapinum, og í Wales fara fólk uttan iva at krevja størri sjálvræði, men neyvan fullveldi, siga eygleiðararnir.










