Nú skulu ársins leiðarar finnast

Nú skal ársins leiðari finnast, bæði í privatu vinnuni og í almennu fyrisitingini. Tað hendir, tá ið Synergi fyri sjeyndu ferð skipar fyri Ársins Leiðaradegi tann 18 mars.

Einasta treytin er, at talan skal verða um ovasta stjóran ella leiðaran í eini fyritøku, einum stovni ella einum felag - ella talan kann vera um eina nevndarforkvinnu ella ein nevndaformann.

Tá ið vinnarin verður tilnevndur, verður dentur lagdur á, at viðkomandi hevur víst áræði og dirvi, at viðkomandi harafturat er nýhugsandi og hevur givið øðrum leiðarum íblástur.

Somuleiðis skal viðkomandi hava verið sjónskur í almenna rúminum og soleiðis gjørt vart við seg sum leiðara.

Øll kunnu senda uppskot inn og so verður tað ein dómsnevnd, sum tekur endaliga støðu.

Ein Ársins leiðari skal veljast í privatu vinnuni og ein í almennu fyrisitingini fyri at vísa á týdningin av, at vit hava góðar leiðarar bæði í tí privata og í tí almenna.

Í 2009 vóru taå Hjalti í Jákupsstovu, vm og Regin Jacobsen, sum vórðu valdir ársins leiðarar.