Nú skulu Miklagarður og Keypssamtøkan sleppa at hava opið sunnudag

Nú skulu eisini allir stórir handlar sum Miklagarður og Keypsamtøkan, sleppa at hava opið sunnudagar frá klokkan 14 til 23. Tað er endamálið við einum uppskoti, Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum. Hetta er kortini ikki galdandi fyri Jólaaftan, tá ið hon fellur á ein sunnudag.

 

Sum lógin er nú, eru tað bara nakrir handlar, sum bara, ella næstan bara, selja gerandisvørur, sum kunnu hava opið sunnudagar. Treytin er nevniliga, at teir eru minni 250 fermetrar til støddar, og landsstýrismaðurin heldur, at tað avlagar kappingina ímillum handlarnar.

 

Hann ásannar eisini, at keypsmynstrið hjá er broytt nógv hesi seinastu árini, og greiðar ábendingar eru um, at viðskiftafólk vilja hava møguleika at keypa gerandisvørur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Keypt verður seint um kvøldarnar allar vikudagar, eisini leygardag, og teir handlar, sum eru minni enn 250 fermetrar, og sum sostatt kunnu hava opið sunnudag, hava eisini fitt av sølu hesar dagar.

 

Tí heldur hann, at tað verður ein fyrimunur fyri brúkaran at kappingin um vørur og prís, sum er galdandi allar gerandisdagar, eisini verður galdandi sunnudag. Endamálið við uppskotinum er sostatt at javnseta handlar, ið selja gerandisvørur soleiðis, at allir handlar, uttan mun til stødd, kunnu hava opið sunnudagar, sigur landsstýrismaðurin.