Nú skulu øll prutl hava nummarplátu

Tíðindaskriv

Vinnumálaráðið hevur avgjørt, at eftir 1. november í ár, skulu øll prutl verða skrásett í Akfaraskránni og hava fingið eina nummar-plátu. Nummarplátan er minni enn bilnummarplátan og hevur bókstavir og tøl, sum eru grøn á liti.
Í ferðslulógini verður sagt um prutl, at tað er eitt motorakfar á tveimum ella trimum hjólum, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 ella við el-motori, og hvørs motorur ikki kann fáa akfarið at koyra skjótari enn 30 km/t eftir sløttum.
Nýggj prutl, sum á fyrsta sinni verða tikin í nýtslu, skulu áðrenn tey fara út á vegin at koyra, góðkennast og skrásetast á Bileftir-litinum. Vanliga er tað sølumaðurin, ið tekur sær hesum fyri viðskiftafólkið. Prutlið skal verða tollavgreitt og tryggjað, áðrenn tað kann verða skrásett og fáa nummarplátu.
Brúkt prutl skulu verða skrásett og hava fingið nummarplátu áðrenn 1. juli 2003, men heitt verður á fólk um, at fáa hetta gjørt so skjótt sum gjørligt.
Hetta kann verða gjørt við at venda sær til prutlinnflytara ella verkstað, sum Bileftirlitið hevur gjørt avtalu við, um kannning av brúktum prutlum, fyri at vita um tey eru lóglig og lúka krøvini um tilgerð av prutli og útgerð tess.
Tá kanningarváttanin er tøk, kann prutleigarin venda sær til Bileftirlitið fyri at fáa prutlið skrásett og fáa eina nummarplátu. Prutlið skal verða tryggjað og prógv fyri galdandi trygging latið inn saman við kanningarváttanini.
Kanningin kostar 350 kr. og nummarplátan 250 kr.
Um spurningar eru um mannagongdina fyri skráseting av prutlum ella hvat fyri verkstað ella innflytara ein kann venda sær til, eru viðskiftafólk vælkomin at seta seg í samband við Bileftirlitið á telefon: 350400 ella 350416, telefax: 350401 ella teldupost: ossurj@bef.fo., sigur Bileftirlitið í tíðindaskrivi.