Í dag boðaði danska stjórnin frá, at mann nú fer at lata landamørkini upp fyri flest øllum londum í Europa. Hetta ger, at landamørkini til Føroya eisini verða latin upp, tí so hvørt sum tað verður latið upp í Danmark, so verður eisini latið upp fyri føroyingar at ferðast aðrastaðni.
Í hesum sambandi hevur landsstýrið nú tikið avgerð um at broyta korona-mannagongdina soleiðis, at øll skulu kannast fyri COVID-19, tá tey koma um føroysku landamørkini.
– Tað kemur sjálvandi eitt sindur av bíðitíð, men tað verður gjørt alt fyri, at bíðitíðin verður stutt, Hetta fortaldi løgmaður Bárður á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum á middegi.
Samstundis ásannaði løgmaður, at tað verður ringt at forða fyri, at smittan ikki kemur inn í landið. Vit kunnu ikki umganga, at onkur tilburður verður, segði hann.
Síðan 15. juni hevur tað verið soleiðis, at útlendingar skulu vísa eina negativa korona-roynd, áðrenn mann sleppur til Føroya. Einki líknandi krav hevur verið fyri føroyingar. Men nýggja broytingin ger, at øll skulu kannast við markið.