Nú skulu línuskipini uppá pláss

Samgongan er samd um at línubátarnir , sum eru í útróðrarbólkinum, skulu nú flytast í bólkin fyri línuskip, har tey hoyra heima

Skipabólkar

Nú skulu teystóru línuskipini, sum eru í bólkinum fyri útróðrarbátar, flytast yvir í línubólkin.
Tað er samgongan samd um.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, sum er nógv viðgjørt í samgonguni og tað er semja um at tað er neyðugt at broyta skipanina.
Seinastu árini hevur tað elvt til mikið stríð og stórar trupulleikar í vinnuni, at stórir línubátar hava verið í bólkinum fyri útóðrarbátar.
 Fyri arbeiðsfriðin í vinnuni er neyðugt at fáa hendan trupulleikan loystan.
Men nú er samgongan samd um, at tey stóru línuskipini, sum eru í útróðrarbólkinum, skulu flytast yvir í línubólkin, har tey av røttum hoyrir heima.
Hendrik Old sigur, at til hetta krevst lógarbroyting.
Hann veit ikki um hetta fer at verða lagt fyri løgtingið beinanvegin, saman við ásetingunum um fiskidagatalið, ella um tað bíðar til seinni.
Formaðurin í fiskidaganevndini sigur, at verða línubátarnir fluttir úr útróðarbólkinum, yvir í línubólkin, verður neyðugt at flyta dagarnar hjá teimum við.
Sostatt verður neyðugt at broyta lógarásetta, vegleiðandi býtið av fiskidøgum, sum er ímillum bólkarnar og tí má lógin broytast.
Hann sigur, at fæst ein loysn á hesum trupulleikanum nú, slepst undan nógvum stríði, nú er tað ásett, at tað ber ikki til at "gera" smáar útróðrarbátar til stór línuskip.