Tveir av teimum trimum størstu bankunum í Íslandi, Landsbankinn og Glitnir, skulu nú hava kvinnuligar forstjórar Elín Sigfúsdóttir er nýggi forstjórin í Nýggi Landsbankinn, sum heitið er eftir, at stjórnin hevur tikið yvir virksemið hjá bankanum.
Somuleiðis hevur Glitnir eisini fingið navnabroyting til Nýggi Glitnir. Tann bankin varð somuleiðis tikin yvir at íslendska fíggjareftirlitinum.
Og eisini í Glitnir hevur mann valt, at seta eina kvinnu í forstjórastólin. Talan er um Birnu Einarsdóttir, sum hevur starvast hjá bankanum í fleiri ár.
Hon starvaðist í seks ár sum marknaðarleiðari í Royal Bank of Scotland í Edinburgh, áðrenn hon byrjaði hjá Glitnir. Har hevur hon seinastu árini virkað sum deildarleiðari, men nú verður hon so sett á ovastu rók í Nýggja Glitnir. Tað skriva íslendsk og útlendsk bløð.