Nú skulu handilshølini gerast klár

- Saman fara veitararnir at skapa lív og fjølbroytt virksemi í miðbýnum í Klaksvík, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

 

Í morgun varð avtala undirskrivað millum Klaksvíkar kommunu og arbeiðstakararnar, sum skulu standa fyri arbeiðnum at gera handilshølini við Biskupstorg klár.

Arbeiðstakararnir eru Rebus (timburarbeiði), Richard Sørensen (múraraarbeiði), Magni Jacobsen (málaraarbeiði), TTS (el-arbeiði), Klima (automasjónsarbeiði) og Victor á Lakjuni (hitaverks- og ventilatiónsarbeiði).

Í Klaksvíkar kommunu vita tey í dag at siga, at samlaði kostnaðurin fyri hesi arbeiði verður umleið 8,5 miljónir krónur, og arbeiðini væntast at verða liðugt móti sumri.

##med2##

Tá handilshølini við Biskupstorg eru klár, kunnu Kaffihúsið Fríða, Norðoya Kunningarstova, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan flyta sítt virksemi inn í hølini.

- Saman fara hesir veitarar at skapa lív og fjølbroytt virksemi í miðbýnum, sum uttan iva verður til gagns fyri bæði borgarar og vitjandi, siga tey í Klaksvíkar kommunu.

##med3##